Sterki málmaðurin hjá Juventus, Gianluigi Buffon, er um vikuskiftið skurðviðgjørdur í vinstra knæi. Ein skaði hevur órógvað Buffon í eina tíð, og nú skuldi nakað gerast við skaðan. Sagt verður, at skurðviðgerðin í knænum var einføld og tók bert 10 minuttir. Men tað er fer at taka Buffon umleið ein mánað við hvíld og venjing, áðrenn hann aftur verður førur fyri at standa í málinum hjá Juventus.