Buffon óttast

Heimsins besti málverji verður Gianlugi Buffon nevndur. Men hóast hann er málverji hjá sterkastu fótbóltstjóðini í heiminum, so er hann í ongan hátt vísur í, at talan verður um lætta uppgávu á Tórsvølli leygardagin. – Slíkir dystir eru ofta truplari enn teir sonevndu truplu dystirnir. Í veruleikanum hevur tú einki at vinna og alt at tapa, og tí er umráðandi, at vit eru púrasta til reiðar til uppgávuna sigur Buffon við heimasíðuna hjá italska fótbóltssambandinum.