Buffon í risahandli

Tosað verður nú um, at Manchester City er til reiðar at lata 800 milliónir krónur fyri at fáa italska málmannin Gianluigi Buffon til felagið. - Tá eg hoyri slík tíðindi um meg sjálvan, fær tað meg at smílast og verða stoltan. Men eg haldi bæði bein á jørðini, sigur Buffon við blaðið La Gazzetta dello Sport. 30 ára gamli Buffon er sáttmálabundin við Juventus.