Tá ið atkvøðurnar til heimsins besta fótbóltsleikara á FIFA Ballon d'Or-tiltakinum vórðu taldar saman í kvøld, vóru ongar atkvøður at finna frá tveimum av italsku umboðunum. Tað var tað ein orsøk til.
Sambært Sky, so høvdu Gianluigi Buffon og Antiono Conte, ávikavist liðskipari og landsliðsvenjari á italska landsliðnum, fingið greið boð frá italska fótbóltssambandinum um, at teir ikki skuldu greiða atkvøðu.
Orsøkin er tann, at tey í Italia eru ógvuliga misnøgd við, at Gianluigi Buffon ikki so frægt var ímillum teir 59, sum av fyrstan tíð vórðu tilnevndir sum heimsins besti, og síðani so hvørt soldaðir frá til tríggir vóru eftir.
Á listanum við teimum 59 tilnevndu var eitt nú David Ospina, eykamálverji hjá Arsenal, og Massimo Luongo, sum í fjør spældi við Swindon Town í triðbestu deildini í Onglandi.