Buffon gevst í Juventus

Hann leggur upp til, at hann møguliga skiftir til eitt annað felag.

Liðskiparin og legendan í Juventus, Gianluigi Buffon, gevst í felagnum eftir hetta kappingarárið. Tað boðaði 40 ára gamli málverjin frá á tíðindafundi í dag.


Gianluigi Buffon hevur spælt 17 ár í Juventus. Tað er blivið til 655 dystir fyri liðið, sum hann hevur vunnið níggju italsk meistaraheiti og fimm italskar steypakappingar saman við.


Kappingarárið 2006-2007 var hann við Juventus og vendi niðri í Seriu B. At hann, sum stjørnan á liðnum, bleiv verandi hóast niðurflyting í næstbestu deildina, hevur hann fingið nógv rós fyri.


Ein vildi kanska hildið, at Gianluigi Buffun nú fór at gevast við at spæla fótbólt, men tað er ein møguleiki fyri, at hann heldur fram við at spæla.


- Fram til fyri 15 døgum síðani var tað avgjørt, at eg fór at steðga yrkisleiðini, men nú havi eg fingið nakrar áhugaverdar fyrispurningar, bæði á vøllinum og uttanfyri, segði Buffon á tíðindafundinum og legði afturat, at hann væntar at taka eina avgerð innan tríggjar dagar.