Tað hevur tikið hart uppá italsku málmanslegenduna, Gianluigi Buffon og liðfelagan í Juventus, Andrea Barzagli, at Svøríki sendi Italia út í HM-myrkrið við einum samlaðum 1-0 Play Off sigri.
Talan er um fyrstu ferð síðani 1958, tá HM var í sjálvum Svøríki, at Italia ikki er við til eitt HM-endaspæl. Gianluigi Buffon hevur leikt 175 landsdystir fyri Italia, og liðfelagin, Andrea Barzagli hevur leikt 73 landsdystir fyri Italia. Báðir høvdu droymt um at enda landsliðsyrkisleiðina við HM-endaspælinum í Russlandi komandi summar, men Svøríki hevði aðrar ætlanir.
Gianluigi Buffon og Andrea Barzagli eru fullkomuliga niðri í kolkjallaranum av tí, sum er hent italska landsliðnum, at góvu avboð til útidystin hjá Juventus í Seriu A ímóti Sampdoria ígjár.
Staðfestast má, at Juventus hevði onga gleði av, at Massimiliano Allegri, høvuðsvenjari góðtók, at Gianluigi Buffon og liðfelagin, Andrea Barzagli fingu frí til dystin ímóti Sampdoria.
Juventus tapti 2-3 ímóti Sampdoria, og eru nú fýra stig aftanfyri Napoli, sum er á odda í Seriu A við 35 stigum. Nummar tvey er Inter Milan við 33 stigum, og Juventus við tveimum grátandi monnum við HM-sorg er nummar trý við 31 stigum.
Wojciech Szczesny vardi málið hjá Juventus ímóti Samdoria ígjár.










