Buffarin er sosialistiskur politikkur

Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, kann ikki taka undir við broytignaruppskotinum

Talan er um eina sosialistiska skipan.

Tað heldur Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, í sambandi við "buffarin" ella fiskidagabankan, sum er partur av uppskotinum um fiskidagarnar fyri komandi fiskiár.

 

-Hetta ger, at eg ikki kann taka undir við uppskotinum. At taka dagar inn frá summum og lata øðrum teir, er reinur sosialistiskur politikkur, og tí taki eg ikki undir við, segði fólkaflokstingmaðurin undir 3.viðgerð av uppskotinum um fiskidagar fyri komandi fiskiár.

 

Fólkaflokkurin tekur sum heild ikki undir við uppskotinum, sum samgongan annars hevur gjørt semju um við restina av andstøðuni