Búi Dam fer í kvøld at framføra í Sirkus. Soleiðis ljóða tíðindini um mannin, ið ikki slapp til London fyri øsku: ?Øskan úr Íslandi hevur gjørt óteljandi fólk øskuføst her um leiðir. Tríggir menn, sum eru endaðir í júst hesi støðuni, eru Budam limirnir Búi Dam og tónleikararnir hjá honum Rógvi á Rógvu og Magnus Johannesen.
Eftir ætlan skuldu teir til London hetta vikuskiftið at spæla konsertir, men øsku-gudarnir vildu tað øðrvísi, og menninir tríggir eru stuck í Føroyum.
Øll tann spæli-gleðin og peppanin og fyrireikingin til at framføra stóð uppá spæl, men mann fann uppá ráð. Ístaðin koma teir ein túr oman í Sirkus í kvøld at spæla ókeypis konsert og geva okkum alt tað, sum teir ætlaðu at geva London. Yessir, tað er okkum ein æra at bjóða Budam live í Sirkus í kvøld klokkan 21.00.
Ókeypis atgongd.?










