Búi Dam og bólkur hansara Budam var og vóru á heimavølli í kvøld og tað sást aftur. Ikki einans var Tjóðpalshølið stúv stappa av fólki, men bæði Budam og samankomna fólki vóru serstakliga við uppá og við í tónleikinum.
Budam borðreiddu, sum vanligt, við teirra serstakliga spennandi, sereyðkenda og skinkufeita teatralska vísusangi. Eftir at hava hoyrt Budam nakrar ferð fyrr, var tað feitt og forvitnisligt at hoyra eina nýggju skránna hjá teimum í kvøld. Ongir av sangunum, sum spældir vórðu, vera á komandi fløgu Budams, men hetta minkaði ikki um góðskuna, eg eri byrjaður at vænta hvørjaferð, eg hoyri tey. Tey høvdu í kvøld valt at fokusera minni á tað fúla (eingin ?loaded cream-machine? hesuferð) og meira á melankolsku síðuna av Búasa søgum. Eisini spældu Budam eitt lag hjá Leonard Cohen, har Búi filosoferaði eitt sindur um tað andaliga. Hendan øðrvísi skráin og, fylgjandi, hesin øðrvísi yvirordnaði stemningur riggaði væl og vísir hvussu vítt Búi klárar at spenna listarliga.
Arni Zachariassen








