Budam fimm av fimm stjørnum

Nú hava íslendskir ummælarar varnast tað, sum føroyskir og danskir ummælarar longu hava skriva í eina tíð, at Budam er ómetaliga dugnaligur. Herfyri spældi føroyski søgusigarin konsert í Reykjavík,

 og sambært ummælaranum hjá Morgunblaðnum, kundi konsertin neyvan verið betur. Budam fær fimm av fimm møguligum stjørnum, og skoðsmálið er m.a. »Budam fór raunar í gegnum allt litróf tilfinninganna – sorg, ást, losti, ótti, og gleði áttu sér öll stað á Þessum frábæru tónleikum sem munu vafalaust seint hverfa viðstöddum úr minni«