Tað verður stuttligt at vera barn á Sandi í morgin, tá Seinsummardagur verður, og fyri børnini verður alt ókeypis. Hetta verður tí ikki ein dagur, har foreldur, ommur ella abbar noyðast niður í lummarnar.
Høvi verður at royna tær vælumtóktu hoppiborgirnar allan dagin í morgin, heilt frá klokkan 10 til klokkan 20, men her verður eisini ymiskt annað á skránni fyri børnum.
Í ein tíma - frá klokkan 12.30 til 13.30 - verður høvi at vitja í Klettafjósinum, har bóndin fer at greiða frá arbeiðnum har, og her verður sjálvandi møguleiki at "heilsa" upp á djórini.
Klokkan 17 verður ivaleyst tiltakið, sum vit kunnu rópa hæddarpunktið hjá børnum. Tá fer klovnurin Bubu at undirhalda í stóra tjaldinum á Ljósafløtti.
Á Sandi leggja tey stóran dent á, at øll tiltøkini, sum eru fyri børnum á Seinsummardegnum - og flestu tiltøk, sum eru fyri vaksin - eru ókeypis á Seinsummardegnum.