BUBU við íkasti til málmenningina

BUBU ger nú sítt íkast til málmenningina.

Síðani 2014 hevur hann ferðast kring oyggjarnar og undirhildið, og nú ger Klovnurin BUBU sítt til, at børnini í Føroyum fáa enn meira tilfar til málmenning.

 


Málmenningin hevur fylt alt meira í almenna rúminum, og nógv hevur verið umrøtt hesum viðvíkjandi, og nú gevur BUBU sítt íkast við ljóðum, stavum, sangi, skemti, litum og øðrum.

 


Tankarnir aftanfyri ljóðhúsið hjá BUBU er, at hjálpa børnum og vaksnum at umrøða og royna seg fram, tá  ein skal læra ljóð, og hvussu ljóðini síggja út sum bókstavir. Hetta, so at børnini frá heilt smáum kunnu fáa ein førleika, ið stimbrar undir teirra málsligu menning, og kann virka sum ein hjálp til gerandisdagin, sum er fyltur við teksti, skeltum og øðrum, bæði í ferðsluni, telefonini, sjónvarpinum, telduni, bókum, ipaddinum og so framvegis.

 


Ljóðhúsið hjá BUBU, við teimum útvið 30 stuttfilmunum á 2-3 minuttir, er at finna á BOKSTAV.FO