Bubu syngur fótbóltssang hjá Hera Nolsøe (FM1)

(FM1) Hoyr Finn Johannessen greiða frá sanginum "Mær dámar væl at sparka bólt", og hoyr Bubu syngja nýggja fótbóltssangin

##med2##

Fótbólturin er stórur í Føroyum, eisini millum yngstu borgarar okkara.

Fyri stuttum fór klovnurin, Bubu í studio at syngja inn ein barnavinarligan fótbóltssang, ið gamla fótbóltslegendan og lagsmiðurin, Heri Nolsøe hevur gjørt orð og lag til.

"Mær dámar væl at sparka bólt" eitur nýggi fótbóltssangurin. 

Fyri løtu síðani ringdi FM1 til Finn Johannessen í Vági fyri at fáa hann at fortelja um nýggja sangin.

Enn er sjónbandalag ikki gjørt, men tað er á gáttini.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Finn Johannessen og nýggja fótbóltssangin, ið Bubu syngur.

(Finn Johannessen greiðir frá, og Bubu syngur nýggja fótbóltssangin)