Bubu ger aftur um seg

Klovnurin Bubu er nú aftur við nýggjum sangi og sjónbandalag.

Samstundis sum ársins Summarfestivalur fór framvið, gjørdi Klovnurin Bubu eisini eitt videolag, har hann framførir sangin: “Eg havi eina hond”. 
Sangurin snýr seg um rørslu.


Tað eru Jákup Veyhe, ið eigur orðini, og Eyðbjørn Jacobsen eigur lagið. 
Upptøkur eru gjørdar í Simda Studio og ljóðblandað hevur Erik Biskopstø. 
Videoupptøkurnar eru gjørdar av: OneOneFilms 


Leinkjan til videolagið, sæst her: https://www.youtube.com/watch?v=YNEnwC4l0yw