Bubu á súkklu

Klovnurin Bubu er komin við nýggjum sjónbandalag, har hann súkklar, tó at súkklan ikki er stór.

Tað eru av sonnum mong, ið súkkla í hesum døgum; Team Rynkeby venur, og so er eisini útivika, men Bubu súkklar eisini.

 

Súkkla nú, kallast nýtt lag

 

͍ gjár kom Klovnurin Bubu  við nýggjum videolag, ið nevnist 
Súkkla nú. Lagið er lætt og summarkent, men hevur eisini árstíðirnar, 
hugnan og trygdina við, tí  tað snýr seg um at súkkla. Videolagið er 
upptikið í­ Klaksi­k, og eisini er onkur mynd tikin á Fredriksberg, har 
kendi danski barnaundirhaldarin Sigurd Barrett  hevur fingið Bubu upp á­ súkkluna.

 

Tað er Eyðbjørn Jacobsen, ið hevur gjørt orð og lag. Sí­mun Dam, 
frá Simda Studio  hevur staðið fyri upptøkunum og One One Films  hevur filmað. Høvuðsleiklutin í­ videolagnum hevur Klovnurin Bubu. 




Súkkla nú   sæst her :  https://www.youtube.com/watch?v=XPbvEuze7Rg