Bubbi: Jógvan vinnur

Bubbi Morthens væntar sær nógv av Jógvani Hansen í íslendska Grand Prixnum. Jógvan synguri kvøld sang, sum Bubbi hevur skrivað. Annað innleiðandi umfar í íslendska Tónleika Grand Prixnum verður í kvøld. Fimm sangir skulu kappast um tvey bæði finaluplássini, sum standa upp á spæl í kvøld. Ein teirra er Jógvan Hansen, sum tekur lut fyri triðju ferð í Grand Prixnum.

 

Sangurin, sum Jógvan skal syngja, eitur One MoreDay og er skrivaður av Bubbi Morthens og Óskar Páll Sveinsson.

 

- Eg ivist ikki í, at Jógvan fer at vinna Grand Prixið. Sangurin, sum vit hava skrivað til hansara, er góður, og Jógvan hevur alt, sum skal til, fyri at vinna eina slíka kapping, sigur Bubbi Morthens.

 

Fýra innleiðandi kappingar eru í íslendska Grand Prixnum, og átta sangir taka lut í finaluni, sum verður fyrst í februar mánaði.

 

Sjónvarp Føroya sendir íslendska Grand Prixið í kvøld frá klokkan 20.10.