BSV meinar tað í álvara

Jóhan á Plógv Hansen gjørdist toppskjútti í comeback-sigri ímóti oddaliðnum.

Jóhan á Plógv Hansen og teir úr Bjerringbro-Silkeborg vunnu í gjár ímóti oddaliðnum í 888ligaen, Skjern. Skjern var á odda 15-11 í hálvleikssteðginum, men gestirnir fingu koppað dystinum á høvdið og vann 31-30.


Føroyski høgri vongurin átti avgjørt sín lut í, at Bjerringbro-Silkeborg vann dystin. Hann skeyt nevniliga sjey mál, sum var mest av øllum.


Hetta var fyrstu ferð í 13 dystir, at Skjern tapti í 888ligaen, og veteranurin á strikuni hjá Bjerringbro-Silkeborg, Michael V. Knudsen, sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at teir nú mugu takast í álvara.


- Spælið skuldi gjarna blíva betri og betri, og tað skal tað eisini, um vit skulu gera okkum vónir um at vinna DM, sigur hann og heldur fram:


- Vit hava nú víst Skjern, at vit meina hetta í álvara, og at vit eru ein av bestu avbjóðarunum hjá teimum, sum mong meta vera favoritt til at vinna meistaraheitið, sigur hann víðari.


Við sigrinum í gjár er Bjerringbro-Silkeborg nú fimm stig aftanfyri Skjern. Fimm dystir eru eftir at spæla áðrenn farið verður í holtur við endaspælið, har átta tey fremstu liðini sleppa við.


Leygardagin kl.16.30 spælir Bjerringbro-Silkeborg útidyst í EHF Cup ímóti hvítarussiska SKA Minsk. Næsti dystur í 888ligaen er mikukvøldið ímóti Ribe-Esbjerg.