Sverri var 17 ára gamal, tá BSA-súkklan var framleidd í Birmingham, og hann keypti hana frá bretsku hermonnunum eftir seinna heimsbardaga.
Súkklan hevur nummarplátuna Fø 313, sum hon hevur havt øll árini, meðan Sverri hevur átt hana.
Sverri hevur verið limur í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør síðan felagið varð stovnað fyri 17 árum síðan, í 1992. Hann er aldursforseti og heiðurslimur í felagnum, og hóast høga aldurin luttekur hann við súkkluni í øllum tiltøkum sum felagið skipar fyri.