Brynjar brotið armin

Brynjar Hlöðversson skal ganga við gipsi í seks vikur

Brynjar Hlöðversson bleiv útskiftur longu í fyrstu minuttunum í grannauppgerðini millum HB og B36 sunnudagin. Eftir frísparksinnlegg liggur íslendski miðvallarin á vøllinum og heldur fast um armin, eftir at ein B36 ari datt omaná hann.

 

Nú er greitt, at Brynjar Hlöðversson hevur brotið eitt bein í arminum, og eitt bein í hondini. Hann skal tí ganga við gipsi í seks vikur. Sostatt verður hann heldur ikki við, tá HB setir punktum fyri hetta kappingarárið í Gundadali leygardagin móti Víkingi.

 

Tað verður Tróndur Jensen heldur ikki. Hann fór skaddur av vøllinum, tá HB vann FM í Klaksvík. Mett var fyrst, at talan var um eitt trælær, men tað hevur nú víst seg at verið væl meiri álvarsligt. Miðvallarin skal helst sita uttanfyri í tveir mánaðir.

 

Tað er framvegis óvist, um Brynjar Hlöðversson heldur fram í HB, eftri hetta kappingarárið. Hvørki hann ella Lasse Andersen hava longt sáttmalan við felagið. Brynjar Hlöðversson kom til felagið undan hesum kappungarárinum.

 

FM1 sigur frá dystinum millum HB og Víking, sum verður í Gundadali leygardagin klokkan 15.30.