Brynja seg til næsta ár

Enska fótbóltskappingin er ikki meira enn liðugt, so eru feløgini farin í holt við at keypa spælarar til næsta kappingarár. Stjórin í Manchester United sigur, at felagið fer ikki at smæðast við at keypa dýrar spælarar í summar, og Chelsea hevur longu keypt fyrsta spælaran. Tað er 26 ára gamli verjuspælarin José Bosingwa, sum hevur spælt seks landsdystir fyri Portugal. Hann kostar enska felagnum umleið 150 milliónir krónur.