Vissi Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannálum, ikki ger eina brádliga kúvending fyrsta dagin, fáa eini 10-15 starvsfólk á Suðuroyar Ellis- og Røktatheimi hoyringsskriv um uppsøgn í allar nærmastu framtíð.
Tað Staðfestir Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi og ellis- og røktarheiminum, eftir at umboð fyri Nærverkið vóru á fundi við leiðsluna og stýrið fyri Suðuroyar Ellis og Røktarheim á Tvøroyri í fyrradagin.
Rósa Samuelsen hevur boðað frá, at tey átta tvímannakømrini á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi skulu niðurleggjast, tí hon heldur at tað er óvirðiligt, at tvey gomul fólk, sum annars onki samband hava sínamillum, skulu tvingast at búgva saman.
Sostatt hevur hon tikið avgerð um, at so hvørt, sum eitt fólk fellur á hesum tvímannakømrunum fellur frá, skulu nýggj búfólk ikki takast inn.
Og hóast nógv mótmæli bæði frá Vágs Býráði og frá samgongufeløgunum í Javnaðarflokkinum, bendir alt á, at hon stendur við hesa ætlan.
Mánadagin vóru umboð fyri Nærverkið tískil í Suðuroy á fundi um at seta ætlanina í verk.
Ein avleiðing av hesum er, at 10 ársverk á Suðuroyar ellis- og røktarheimi, hvørva fyri at laga starvsfólkatalið til tað fellandi talið á búfólkum.
Men av tí, at tey allarflestu arbeiða parttíð, verður talan um upp ímóti 15 fólkum, sum verða uppsøgd av hesi orsøk.
Kortini er tann ventilurin í, at umboðini fyri Nærverki skuldi forhoyra seg hjá landsstýriskvinnuni einaferð afturat fyri at vita um hon ætlanin stendur við.
- So skjótt vit frætta aftur, fara vit at gera eftir teimum boðum, vit fáa, staðfestir Ronnie Midjord.
- Verður ætlanin slept, hendir ikki meiri
Men hann staðfestir eisini, at stendur ætlanin við, ræður um at bera skjótt at fyri at røkka ætlaðu sparingunum, tí nógv starvsfólk hava seks mánaða uppsagnartíð.
- So mugu vit sum skjótast undir tilgongdina at sita fólkinum upp, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tað er er neyðugt, tí tað er ásett, hetta tiltakið skal føra eina sparing upp á 2,7 milliónir við sær á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi næsta ár.
Og fyri at tað skal eydnast at fremja tað sparingina, er tað longu í seinna lagi at fara undir eina uppsagnartilgond, tí summi hava so langa uppsagnartíð.
aki@sosialurin.fo