Brynja seg til at taka ímóti Paul Watson

GRINDADRÁP Løgreglan fer at halda eitt vakið eyga við Paul Watson, tá ið hann kemur til Føroyar. Men hann hevur eina bót at betala og hon skal avgreiðast tá ið hann kemur, sigur Peter Thaysen, politiovasti

- Vit eru fullgreið yvir, at Paul Watson og Sea Shepherd ætla sær til Føroyar í summar.

Tað sigur Peter Thaysen, politiovasti.

- Og vit eru eisini til reiðar at taka ímóti honum, leggur hon afturat.

Hann sigur, at øll hava rætt til at vísa sína støðu til ávís mál.

Uppgávan hjá løgregluni er at tryggja, at øll fáa fríar ræsur at vísa sína støðu.

- Og so leingi tey gera tað á lógligan hátt, eru tey vælkomin. Men bróta tey lógina í hesum sambandi, er tað eisini okkara uppgáva at steðga tí.

Politiovastin leggur afturat, at heldur Paul Watson ikki lógina, er løgreglan eisini útgjørd til at steðga tí.

- Vit kenna Paul Watson og vit vita, hvussu harðligur hann kann vera í síni framferð. Og eg kann vissa um, at vit hava fyrireikað okkum upp á tað, sum vit kunnu vænta okkum av honum.

Hann kemur ikki nærri inn á hvat og hvussu, men hann skoytir upp í, at røkkur manning og útgerð, sum er í Føroyum ikki til, hava tey møguleika at fáa styrk úr Danmark til at steðga Paul Watson.

Peter Thaysen sigur, at vit hava reglur fyri, hvusu vit skulu bera okkum at á sjónum, og tær reglarnar eru eisini galdandi í sambandi við grindadráp.

- Og brýtur Paul Watson tær reglarnar, er tað lógarbrot og so verður hann tikin, so at hann kann rættarsøkjast fyri síni lógarbrot.


Skal betalast

Men so var tað handan bótin, Paul Watson hevur hangandi yvir høvdinum?

Tað er pÚra rætt, at hann hevur fingið eina bót upp á 300.000 krónur, sum hann ikki hevur goldið og tað er sjálvandi eitt mál, sum skal avgreiðast.

- Tað eru ymsir praktiskir trupulleikar í hesum sambandi. Ein trupulleiki er, at bótin skal fyrst kunngerðast fyri honum. Tá ið hon er tað, eru ávisir mátar at avgreiða málið upp á.

Politiovastin sigur, at bótin er eitt mál, sum skal avgreiðast, tá ið hann kemur.

Men hvussu løgreglan ætlar at fara fram, vil hann ikki siga.

- Tað taka vit støðu til, tá ið hann kemur, sigur Peter Thaysen.

Les eisini greinina: Kemur Paul Watson til

Føroya skal hann takast.

Les eisini greinina við Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í uttanríkismálum, sigur, at tá ið Paul Watson kemur, skal hann takast