Fakfelagssamstarvið, sum er eitt samstarv ímillum fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, er nú munandi styrkt. Tað hendir, nú eitt fakfelag afturat, Heilsuhjálparafelagið, eisini er limur í samstarvinum. Tey, sum nú eru við fakfelagssamstarvinum eru Starvsfelagið, Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Sostatt eru tað nú heili 8.000 løntakarar, sum eru við í samstarvinum og samstundis hava tey eisini gjørt eina nýggja avalu sínamillu, sum knýtir tey enn tættari saman. Tað snýr seg alla tíðina um at tryggja øll rættindi hjá løntakarunum so væl sum yvirhøvur gjørligt, siga tey í einum boðum í dag. Tey siga, at nú hevur fakfelagssamstarvið eina sterka almenna rødd.