Brynhild Arge áttati

Sunnudagin 27. juni fyllir Brynhild Arge í Havn 80 ár.

Brynhild er ættað úr Miðvági. Foreldrini vóru Axel og Thomina Niclasen. Pápin fórst við trolaranum Nýggjaberg undir seinna heimsbardaga. Brynhild er nummar 5 í einum systkinaflokki upp á 8, har tey 7 enn eru á lívi og still going strong.


Brynhild giftist við Jóhannes Arge, Jóhannes hjá Bil Óla, úr Havn. Tey fingu fýra børn umframt eina ommudóttir, ið tey uppfostraðu. Jóhannes doyði í 2001.


Brynhild er ein sera virkin kona. Hon kavar enn frá hægstu vippu í svimjihøllini saman við hinum morgunfrúunum.


Dagurin verður hildin hjá dóttrini Kirstin, Millum Gilja 165 í Hoyvík, frá kl. 11 sunnumorgunin.