Brynhild Absalonsen 95 ár

Mikudagin 3. august verður Brynhild Absalonsen 95 ár. Hon er ættað av Viðareiði, og hon hevur búð størsta partin av lívinum á Gerðareiði í Klaksvík. Nú býr hann hjá døtrini í Havn.
Brynhild veit so nógv at siga frá, tí hon hevur lisið nógv, og minnið er ógvuliga gott. Hon var fyrstu ferð í Klaksvík í juni 1926, tá ið Christian X kongur vitjaði. Pápabeiggi Brynhild, Alexander Enniberg, var lærari í Klaksvík og búði í íbúð á skúlaloftinum, har Brynhild og omma hennara, Anna Malena, sótu og hugdu oman yvir mannamúgvuna, ið var savnað kring kong, sum Brynhild minnist var so hávaksin.
Alexander Enniberg var í 1919 millum stovnararnar av Norðoya Sparikassa. Hann var stjórnarlimur, og Brynhild minnist frá hesi ferðini til Klaksvíkar, at knappliga sjey ára gamli sparikassin var í stovuni hjá pápabeiggjanum!
At skúlin á Viðareiði varð endurreistur í 1879 var orsøkin til, at Heini Joensen búsettist á Viðareiði. Hann var ættaður úr Funningsfirði og var útbúgvin lærari frá Føroya Læraraskúla í 1874. Hann hevði verið lærari í Funningi og við Gjógv, áðrenn hann í 1879 kom til Viðareiðis. Kona hansara, Anna Malena, var ættað úr Funningi. Tey búsettust Eysturi í Horni. Tey fingu sjey børn, og næstelst var Olaf Joensen. Hann giftist í 1910 við Sáru, sum var ættað av Skælingi.
Sára og Olaf búsettust Eysturi við Egg og fingu seks børn: Haldor Olafson, Arne (doyði ungur), Brynhild, Herborg, Solveig og Heini Svarthamar. Haldor búsettist fyrst í Vági og síðani í Havn. Herborg, Solveig og Heini búðu í Havn. Sára doyði frá manni og børnum í 1928, tá ið Brynhild var tólv ára gomul. Systrarnar vuksu upp aðra staðni, og tað varð luturin hjá Brynhild at vera eftir í húsinum hjá pápanum og brøðrunum.
Í 1939 giftist Brynhild við Stefan Absalonsen við Løkin ella Stefan á Viðareiði, sum hann varð nevndur í Klaksvík. Tey búðu fyrstu árini á Viðareiði, men nakað eftir kríggið fluttu tey til Klaksvíkar, har tey bygdu á Gerðareiði.
Sum hjá so mangari aðrari føroyskari konu miðskeiðis í farnu øldini, so var tað leikluturin hjá Brynhild at hava ábyrgdina av børnunum og heiminum, meðan maðurin fyri tað mesta var burturi á føroyskum og onkuntíð útlendskum kjøli.
Brynhild og Stefan vóru gift í 60 ár. Nakrar fáar dagar eftir, at tey í 1999 høvdu havt diamantbrúdleyp, andaðist Stefan. Tey bæði vóru trúgv í samkomuni í Betesda, og tey vóru eisini hollir stuðlar hjá Zarepta í Vatnsoyrum.
Bíblian og Songbók Guds Fólks hava altíð verið eyðsýnd heima hjá Brynhild. Hon endurgevur úr hesum báðum bókum og so nógvum øðrum, sum hon hevur lisið, eitt nú tí, sum hon lærdi í skúlanum á Viðareiði, har hon hevði Poul Enok til lærara øll árini.
Gudsótti, gestablídni og friður vóru eyðkenni fyri hesi fyrimyndarligu og vísu hjúnini, og hóast Brynhild nú hevur rokkið teimum 95, so er hon framvegis gløgg, skilagóð og áhugaverd at koma á tal við. Fyri nøkrum árum síðani greiddi hon so sera áhugavert frá í FF blaðnum.
Børnini vóru seks, og tvey av teimum eru ikki okkara millum longur. Jóhannes, sum var føddur í 1940, druknaði á vánni í Klaksvík í 1968. Sára, sum var fødd í 1944, doyði av sjúku í 2001.
Árni, Elsa, Olav og Símun búgva øll í Havn, og nú hevur Brynhild í nøkur ár verið hjá Elsu og Rólandi. Føðingardagin verður Brynhild at hitta í hølunum hjá Starvsmannafelagnum frá klokkan 17.
------------------
J