Fyri samanleggingina millum Tórshavnar kommunu og Kollafjarðar kommunu í 2000 varð farið undir at gera ein 100 m langa bryggju á Langasandi í Kollafirði. Hendan bryggjan varð gjørd í sambadi við, at ein stór frystigoymsla varð bygd á havnaøkinum.
Fyri at kunna nøkta tann tá akutta tørvin, varð bryggjan bygd 60 m eystan fyri tað verandi bryggjuna, framman fyri virkinum hjá Vestsalmin.
Í 2002 var farið undir at gfera eina nýggja bryggju 100 m eystan fyri bryggjuna framman fyri frystigoymsluna. Meðan hendan bryggjan var í ger, varð uppisjóvarvirkið hjá Kollafjørð Pelagic bygt.
Aftan á eina heldur stirvna bryjan, er rættulig gongd komin á virksemið á havnarøkinum.
Í 2003 vóru inntøkurnar fyri havnina í kollafirði umleið 1,3 mió kr.
Í 2005 eru inntøkurnar fyri havnina í Kollafirði mettar til 3,7 mió kr.
- Við verandi umstøðum er bert møguligt at avgreiða tvey skip samstundis. hetta ger, at tað ofta er trupulet at avgreiða skipini, sum mugu bíða ella fara aðrastaðni, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Fyri at betra um umstøðurnar á havnarøkinum í Kollafirði verða bryggjurnar báðar bundnar saman. Hetta arbeiðið er mett at kosta 22 milliónir krónur, og var tað samtykt á býráðsfundinum hóskvøldið uttan atkvøðugreiðslu.