Á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn:
Sunnudagurin var seinni dagurin á upplatingarfagnaðinum í ómetaliga stásuligu hølunum í Bryggjuni í hjartanum á Keypmannahavn. Nógv fólk var aftur savnað saman hendan dagin úr øllum fýra norðurlondunum, sum Bryggjan umboðar. Á leið 1000 fólk vóru á gátt fyrra dagin og mundi talið liggja á sama støði sunnudagin. Skráin var sera fjølbroytt og spennandi og torført var at røkka øllum tilboðunum.
Á fjórðu hædd liggja føroysku hølini og tíðliga á seinnapartinum var nógv fólk savnað saman í tí endanum, sum toyggir seg út móti kanalini og starir beint yvir móti Nýhavnini. Ein einsamallur listarmaður stóð og hitaði røddina upp í øllum meldrinum - Teitur Lassen eymkaði seg undan framførsluni um at ov nógvar sigarettir vóru farnar niður um kvøldið fyri. Tað skal eisini vera stuttligt onkuntíð, sjálvt hjá eini nýklaktari altjóða stjørnu. Men onki hoyrdist til hesar ólukku sigarettirnar, tá ungi havnamaðurin róliga settist í barrstólin og pallvandur byrjaði at framføra sítt egna tilfar. Til dagsins høvi valdi hann eisini at spæla sangir úr føroysku útgávuni hjá sær, "Sólin og regnið", umframt sangirnir av perlufløguni "Poetry and airoeplanes." Framførðslan var sum altíð innilig og persónlig, og Teitur megnaði í orðsins rætta týdningi at nema hjartastreingirnar hjá okkum øllum somlum. Ikki nógv prát, onkur viðmerking um skránna hjá sær teir síðstu fýra mánaðarnar, har Teitur hevur spælt ikki færri enn 150 konsertir. Tað er meir enn ein framførðsla um dagin báðumegin Atlantarhavið. Og formurin er góður, tað er eyðsæð. Guitarspælið er sera sannførandi við einum farra av lættleika, og røddin er rein og fevnir breitt. Ein fragd at hoyra hesar melodiøsu sangirnar við teimum jarðbundnu orðunum, ongantíð ov nógv og ongantíð ov lítið. Bara júst sum tað er í Teitur?sa verð. Hjá okkum, sum hava tikið hendan sjarmerandi heimsborgaran til okkum í hjartanum, eru slíkar løtur gull verdar. "Nakað lurtaraynski?" spurdi hann smílandi, og undirritaði skundaði sær at ynskja fyrsta lagið á nýggju fløguni "I still sleep with the lights on". Lagið varð prompte framført í góðum stíli og soleiðis hugtók hann allar 40 minuttirnar á tamb.
"Heldur tú ikki eg virki troyttur" spurdi hann erliga aftaná framførsluna, men tað var ikki tað fyrsta eg hugsaði, tá eg sat og lat hann fylla mínar goymslur upp við íblástri og gleði. Men alíkavæl, maðurin er hart royndur og spennir seg kanska meir út enn gott er í hesum døgum. Alt í alt ein frálík konsert á høgum støði, kensluborin, heit og vøkur sum ein føroysk summarnátt. 5Y
Leiðin gekk síðani oman í stóra salin, har stúgvandi fult av fólki sat og bíðaði í spenningi eftir Guðrun Sóljá. Lógvabresturin reistist sum ein alda fram ímóti Guðruni, tá hon steig á pallin saman við orkestrinum. Fyrsta lagið hon sang var "Hákunardrongurin" hjá "Terja og Føstufressum," eitt yvirraskilsi hjá undirritaða. Men ikki av teimum heilt positivu, eftirsum hvørki tónleikarar ella Guðrun sjálv høvdu nakað nýtt at bera hesum vakra sanginum. Helt at framførðslan var ov stressut og manglaði heilt innlivilsi og nýtulking. Sigast skal, at hendan konsertin var rættiliga unplugged og soleiðis í róliga endanum. Hinvegin riggaði næsti sangurin sera væl, "Hero" frá "Stjerne for en aften" rungaði út í salin og tók alt fólkið við sær á ferð. Tað er týðiligt, at Guðrun dámar væl at syngja hesa balladuna. Sama má sigast um tilfarið av fløguni hjá Guðruni, har hon rættiliga skein uppi á pallinum. Framvegis var orkestrið tó eitt vónbrot, virkaði ikki nóg væl samanspælt og inspirerað. Livdi heilt einkult ikki upp til støðið hjá Guðruni sjálvari. Besta framførslan var lagið "All I want is love" av fløguni hjá Guðruni. Her kundi merkjast ein glóð og spæligleði og Guðrun svingaði, smíltist og hugnaði sær eyðsæð á pallinum hesa løtuna. Ein sangur sum "Ironic" hjá Alanis Morisette var eisini framførdur, og aftur undraðist ein á hví. Onki nýtt, ongin spenningur. Hví ikki heldur tilfar av hennara egnu fløgu, sum týðiliga riggaði best? Røddin hjá henni er fantastisk, sum tey flestu hava lagt merki til. Hon kann so nógv við henni, at hon onkuntíð hevði hug at leggja ov hart fyri, og so glapp okkurt í tí hægstu tónaleguni. Hetta nervaði tó hvørki Guðrun ella áhoyrarnar. Samanlagt ein miðal góð konsert, við Guðruni sjálvari sum avgjørda gimsteininum. Eg saknaði meira ró í sjálvum sangunum og eisini ímillum sangirnar - eitt sindur av práti og viðmerkingum. Hinvegin hevur Guðrun nógv harrans ár at vaksa og menna seg í á pallinum, og ongin ivi kann vera um hennara ótrúliga stóra potentiali. Møguliga kundi hon lúrt eftir Teita og lært seg meir um kunstin at draga tempoið niður, at dvølja í løtuni og síðani sláa til við størri effekt. 3Y
Í minni hølunum aftan fyri stóra salin, sat ein einsamallur troubadurur og gjørdi seg kláran. Hálvur grønlendari, hálvur dani og heilur tónleikari. Simon Lynge settist við mikrofonina og stemmaði guitarina. Hóast tekniskar trupulleikar valdi hann at byrja við bert einum hátalara, men tað var eisini ríkiligt hjá honum. Hann tók snøgt sagt okkum øll á bóli við sínum framúrskarandi sjálvgjørda tilfari, alt framborið á enskum tungumáli. Stílurin lá tætt uppat Teita Lassen og góðskan var minst á sama støði. Bæði orð og løg fóru beint inn í kensluhavið og rakti fleiri streingir, sum dandaðu hesa løtuna. Orð úr egnum barmi, egnum lívi og egnum royndum. Fyrrverandi unnustur, dreymar og vónir. Ein virkuliga vakur sangur kom um ein grønlenskan alkaholikara, reikandi á strætum í Keypmannahavn. Sangurin kallaðist "Promised land," og mundi sipað til ferðina hjá so mongum grønlendarum úr heimlandinum til Keypmannahavnar, har gerandisdagurin við árunum gerst ein kampur móti vónloysi og misnýtslu, heldur enn ein ferð til the promised land. Framførslan hjá Simon Lynge var ein sonn fragd at hoyra. Tónlistarliga var hesin mildi ungi maðurin á einum rættiliga høgum støði, og sum hann prátaði gjørdist greitt, at heimurin lá fyri hansara føtur. "Í morgin skal eg til Venedig og síðani til London. Eg gleði meg." Undarligt sum tað finnast nógv talentir allastaðni, uttan at ein varnast tað. "Ikki drekka mjólk áðrenn tú skalt syngja," well so veit man tað. Simon Lynge, eitt navn at leggja sær í geyma, ein myrk rødd á tremur við sál, og tónar og harmoniir á altjóða støði. Kendi meg eitt sindur ríkari aftaná at hava lurtað eftir hesum óslípaða grønlenska/danska dýrgripinum, við einum erligum huga eftir at hoyra meir til hann. 5Y
Móti kvøldi var tíðin komin til føroyska jazzbólkin "Yggdrasil", sum løgdu út við melodiskum tónum, ið fyltu salin við einum sveimandi stemningi. So við og við vaks orkan í tónleikinum upp í villskap, fyri síðani at detta spakuliga niður aftur á jørðina. Dymanikkur! Tónleikurin hjá "Yggdrasil" var hendan dagin sum ein abstrakt mynd, málað við løttum og neyvum strokum. Atmosferiskar stemningsflátur, eggjandi og dragandi og til tíðir eitt skúladømi í innlivilsi og improvisatión. Brátt hoyrdist ravnaljóð í einum dramatiskum ljóðbílæti, bylgjandi tónar og sløg, sum ein livandi ímynd av náttúru og djóralívi. Ein serstakliga kensluborin Yggdrasilløta, har allir tónleikarnir runnu saman og lyftu tónleikin upp á hægstu tindar. Kristian Blak kryddraði løtuna við turrum, skemtiligum viðmerkingum og sera originalum klaverspæli. Sonurin Michael hugtók á kontrabassinum og saxofonisturin og floytuleikarin, Anders Hagman, skaraði framúr við frekum og vøkrum tónum. Eitt avgjørt hæddarpunkt hendan minniliga sunnudagin á Norðurbryggjuni og neyvan seinastu ferð, at ein fer at leita sær til enn eina gandakenda konsert við úrmælingunum úr "Yggdrasil." 5Y