? Tað er lættari at sleppa inn á hyllarnar i handlum í Norðurlondum við sterkum øli ? vit tosa um ein stóran marknað, sum bryggjaríini í løtuni ikki kunnu troyta við núverandi hámarki uppá 5,8%. Hetta siga bæði føroysku bryggjaríini, Føroya Bjór og Restorffs Bryggjarí í yvirlýsing.
Bryggjaríini vænta, at heimamarknaðurin fer at minka orsakað av broytingartíðum, og heldur hann tað tí vera sera neyðugt at hugsa um útflutning av sterkum øli.
? Hetta vil verja og skapa nýggj ar-beiðspláss og bøta um handilsjavnan, siga tey.
Bryggjaríini vísa á, at tað ikki er neyðugt at broyta rúsdrekkalógina.
? Loyvið til at bryggja sterkari øl krevur bert eina lítla víðkan av galdandi lóg.Henda broytingin vil ikki viðføra nakrar soaialar vansar og heldur ikki økta fyrisiting.
Bryggjaríini vísa eisini á, at í okkara alsamt størri globalisering av vinnulívinum er tað møtimikið, at lokalar føroyskar lógir skulu forða fyri framleiðslu og útflutningi.
? Vit hava ta tiltrúgv til okkara vinnumálaráðharra, at hann fremur ynsktu broytingina, føroysku bryggjaríunum og føroysku arbeiðsplássum at frama, siga bæði føroysku bryggjaríini í, Føroya Bjór og Restorffs Bryggjarí, í yvirlýsingini.










