Bryggja sterkt í Føroyum

Okkurt bendir á, at tað fer at bera til at bryggja øl sterkari enn 5,8 prosent í Føroyum

Útvarpið hevði í gjár landsstýriskvinnuna í vinnumálum á orði, og eftir hennara tykki eigur Føroya Bjór at sleppa at bryggja, útflyta og selja sterkt øl. Stendur tað til Bjørt Samuelsen, skal rúsdrekkalógin dagførast. Sambært Útvarpinum hevur Føroya Bjór seinastu 15 árini roynt at fingið loyvið at bryggja sterkari øl. Nú røkist so fyri, at hetta verður veruleiki. – Núverandi rúsdrekkalóg forðar allari menning. Serliga kann útlendski marknaðurin geva bryggjarínum fleiri møguleikar og pengar í kassan, sigur Annika Waag, virkisleiðari á Føroya Bjór, við Útvarpið.