Bryggja neyðloysn saman um valdømini

Í morgin verður eftir øllum at døma endaliga staðfest, um Føroyar framyvir skulu vera eitt ella fleiri valdømi. Annars varð samtykt í gjár við tí teprast hugsandi meirilutanum, at landið skal býtast sundur aftur í sjey valdømi -17 tinglimir atkvøddu fyri og 16 ímóti.

Men hetta er eitt mál, sum skal viðgerast einaferð afturat og tá verður tað so endaliga avgreitt.

Síðani er Gerhard Lognberg lagstur sjúkur og Heðin Mortensen komin á ting og hann atkvøður fyri einum valdømi, so nú eru 17 tinglimir fyri tí og 16 fyri einum valdømi.

Men nú hava tinglimir eisini hálað Jenis av Rana úr hattinum og tilnevnd hann til eitt slag av jokara. Hann atkvøddi fyri einum valdømi í gjár, men summi halda, at hann fer at broyta meining til í morgin.

Hinvegin staðfestir hann longur niðri á Portalinum, at nógv skal til fyri at fáa hann at broyta støðu. Men mann kann aldrin vita, hvat hendir leggur, hann afturat.

Men alt hetta verður kanska líkamikið, tí nú ljóðar, at tinglimir úr báðum legum eru gingnir saman í eini roynd at snikka eitt broytingaruppskot til, sum ein stórur partur av Løgtinginum kann góðtaka.

Mett verður, at tað er stak óheppið, at ein so grundleggjandi skipan sum tingskipanin verður broytt í heilum í óðum verkum og tí verður roynt at finna eina neyðsemju, sum ein stórur meiriluti í tinginum kann taka undir við, so at tingskipanin fær frið tey næstu, mongu árini.

Stúrt verður fyri, at verður eitt uppskot samtykt í morgin har tað einaferð afturat ríður um snarið, er vandi fyri, at eftir næsta val, verður aftur roynt at broyta skipanina og tað er óheppið.

Tað ljóðar, at ein av neyðloysnunum, sum roynt verður at finna semju um, er, at snikka eina skipan til, sum liggur onkustaðni ímillum eitt valdømi og sjey valdømi.

Eftir hesi skipanini verða Føroyar framhaldandi eitt valdømi, men hinvegin skulu tey at ymsu økini eisini tryggjast lokala umboðan.

Tað merkir, at nøkur tingfólk verða vald um alt landið og nøkur verða vald lokalt.