Summarfestivalur
Bryan Rice gjørdist kendur eftir stuttari tíð við sanginum No Promises, sum m.a. var at hoyra í filminum Nynne. Sangurin, sum er eitt av fleiri kendum brotum úr fløguni Confessional frá 2006 verður í heyst fylgdur av nýggjum tilfari.
Komandi fløguútgávan, sum Bryan Rice í løtuni er í holt við at fyrireika, kann í stuttum lýsast sum norðurlendskt samstarv við trimum høvuðsleikarum.
Framleiðarin, rapparin og sangskrivarin Remee Hansen gjørdist í fyrru helvt av 90unum kendur við trio´ini Sound Of Seduction, og hevur seinni samstarvað við eitt nú S.O.A.P. og Caroline Henderson. Hann er ein av trimum, sum higartil eru sett í samband við komandi fløguna hjá Bryan Rice. Í apríl mánaða kom stakfløgan I Lied, sum er ein forsmakkur upp á uppfylgjaran til vælumtóktu frumútgávuna hjá danska sangaranum. Aktuelli sangurin er skrivaður av Bryan Rice saman við svenska framleiðaranum Harry Sommerdahl og norska lagsmiðjinum Hanne Sorvaag.