Bryan Adams verður á Tórsvølli

Upprunaliga fingu fyrireikararnir eitt nei, men nú gevur Tórshavnar Kommuna kortini loyvi til, at konsertin tann 4. juni verður hildin á Tórsvølli Tað váttaði Dennis Holm, ið er ein av fyrireikarunum, á Rás2 í dag.

Upprunaliga var ætlanin eisini, at konsertin skuldi verða á Tórsvølli, men um sama mundi skuldi kommunan ætlandi byggja fimleikahøll við norðrara endan av Tórsvølli, og tí fingu fyrireikararnir ikki loyvi at nýta Tórsvøll.

Ístaðin hevur verið arbeitt út frá, at konsertin skuldi haldast á Skálatrøð, men nú ætlaða byggingin við Tórsvøll er seinkað, hava fyrireikarnir kortini fingið grønt ljós.

Og tað fegnaðist Dennis Holm um. Ikki minst tí Tórsvøllur longu hevur fleiri facilitetir, og at fyrireikingarnar í verða lættari at greiða.