Á Strandferðsluni hava tey gjørt av at broyta ferðaætlanina tann 4. juni, so suðuroyingar lættari sleppa á konsert við Bryan Adams Five Star Entertainment, sum skipar fyri konsertini, sigur í tíðindaskrivi, at tey hava gjørt avtalu við Strandferðsluna, soleiðis at Smyril broytir ferðaætlanina tann dagin, sum konsertin er.
Tá verður siglt av Krambatanga klokkan 16, og av Tórshavn klokkan 22.30. Soleiðis sleppa suðuroyingar á konsert og heimaftur, uttan at tey noyðast at leggja heilan arbeiðsdag niður av hesum ávum.