Seinnapartin í gár varð ringt eftir løgregluni tí at tveir mans høvdu brotið seg inn í húsini, har tey búðu.
Ein varðferð hjá løgregluni var stutt frá, so tað gingu ikki meiri enn 10 minuttir, so var løgreglan á staðnum og tað gekk skjótt at fáa tamarhald á støðuni.
Tveir mans, sum eru gamlir kenningar hjá løgregluni, vórðu handtiknir og settir í brummuna í Klaksvík. Teir vóru ávirkaður og løgreglan vildi ikki avhoyra teir, fyrr enn tað var runnið av teimum.
Og úrslitið av avhoyringunum í morgun, er, at annar maðurin er leyslatin nú á miðdegi, men hin maðurin er í grundlógaravhoyring, tí løgreglan vil hava hann fongslaðan ímeðan málið verður greinað út í æsir.
Løgreglan veit ikki, hví menninir brutu seg inn í húsini. Teir høvdu knív uppi á sær, men tað er eisini óvist um hann var havdur á lofti, – og í hvussu soer, er eingin særdur av knívi.
Eitt fólk fekk nakrar smásnuddir í hendingini, men teir stava ikki frá knívi, sigur løgreglan.