Nakrir unglingar ávegis heim úr býnum brutu í nátt ein rút í bókahandlinum í Saltangará.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at nakað av ófriði hevur verið í býnum í nátt, men løgreglan hevur verið skjót á staðnum, og tí er einki álvarsamt farið fram.
Bókahandilin í Saltangará fekk tó ein smeit í nátt, tá ið unglingar áveg heim úr býnum brutu rútin.
Løgreglan var skjót á staðnum, og arbeiðir nú við málinum.
Mynd: savnsmynd