Brutu inn á sovandi mann

Tá óbodnu gestirnir varnaðust, at fólk var inni, tóku teir til beins. Løgreglan hevur tikið annan av óhepnu gestunum

Ein maður í Havn fór stillisliga til songar umleið klokkan 23:30 mikukvøldið. Góðan tíma seinni, klokkan 12:30, hoyrdi maðurin tos uttanfyri og tað ljóðaði, sum vildi onkur sleppa inn.

Tað ljóðaði sum tveir mans og annar segði: ?Nei, ikki bróta inn?, greiðir maðurin í húsinum frá.

Maðurin inni ringdi til løgregluna, tá tað byrjaði at skava við úthurðina. Tá hurðin varð brotin upp, stongdi maðurin seg inni á wc?num, tí hetta var einasta rúm, hann hevði lykil til.

Hann rópti á óbodnu gestirnar og spurdi hvat teir vildu.

Tá óbodnu gestirnir varnaðust, at fólk var inni, tóku teir til beins.

Løgreglan tók seinni annan mannin og sigur seg vita, hvør hin er.