Spælararnir hjá FC Nordsjællandi vóru í ringum lag eftir tapið ímóti FC Midtjyllandi, og tað sást aftur í skiftingarrúminum, har FCN spælararnir gjørdu seg inn á eina hurð. Hurðin varð sparkað ella sligin, og karmurin brotnaði. Liðformaðurin Morten Karlsen segði, at hann hevði einki við hetta at gera, men hann vildi ikki seta navn á syndaran. Men FCN fær helst eina rokning fyri umvælingina.









