Í gjárkvøldið vórðu nøkur fólk, sum vóru komin til Danmarkar fríggjadagin, koyrd út av einum skeinkistaði í Havn.
Tað vakti ans, tá ið løgreglan visti at siga í gjár, at eitt ferðalag upp á fimm fólk, vóru komin úr Danmark til Føroya fríggjadagin, og vóru farin beint í býin at ballast, uttan at virða tilmælið um at halda seg fyri seg sjálvan í seks dagar, og síðani lata seg kanna um aftur fyri koronu.
https://www.in.fo/news-detail/news/korona-komu-ur-danmark-og-foru-beint-i-byin-i-havn/LES MEIRI HER: Korona: komu úr Danmark og fóru beint í býin í Havn
Løgreglan sigur, at í gjárkvøldið fingu tey boð um, at somu fólk vóru aftur á einum skeinkistaðið í Havn, og sostatt brutu tey aftur tilmælið í gjár.
Tey vóru komin í prát við ein føroying, og høvdu fortalt honum, at tey vóru komin til Føroyar fríggjadagin at ballast. Føroyingurin fekk eisini ta fatan, at tey høvdu verið av skeinkistaði til skeinkistað í Havn í gjárkvøldið.
Føroyingurin segði einum starvsfólki á skeinkistaðnum frá at teir vóru inni og úrslitið var, at útlendsku gestirnir vórðu koyrdir á dyr og alt, sum inni var, varð sprittað fyri at forða fyri smittu.
Løgreglan sigur, at tey spurdu seg fyri á øðrum skeinkistøðum at tey høvdu verið á fleiri skeinkistøðum í gjárkvøldið.