Brunaumsjónin givið grønt ljós

Um vikuskiftið hoyrdist, at Brunaumsjónin ikki vildi góðtaka nakrar broytingar, sum Tórsvøllur hevði framt til týsklandsdystin. Talan var um ein brandtrappu, sum var flutt, men Petur Olsen á Brunaumsjónini sigur við Sosialin, at trappan er komin á rætt stað aftur, og at Brunaumsjónin tí hevur givið Tórsvølli grønt ljós til dystin mikukvøldið.