Brúkið pengar til tey sjúku heldur enn búskapargrunn

Tað er ikki tí, at pengar mangla, at pengar ikki eru til Landssjúkrahúsið og sjúklingaviðgerðir uttanlands.

 

Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður og formaður Miðfloksins í sambandi við tíðindini um, at játtanin til Landssjúrkahúsið og sjúklingaviðgerðir uttanlands er um at vera uppbrúkt.

 

– Tíðirnar eru so góðar fíggjarliga, at “yvir flýtur”. 158 mió. eru í yvirskoti í ár og væntandi 460 mió. komandi. Og peningur verður settur í búskapargrunn, 23 mió í ár og eftir ætlan 263 mió næsta ár.

 

– Jamen, er tað ikki óført, spyr tú kanska, at seta av til verri tíðir? Jú, so avgjørt, men tað er ikki í lagi, um peningur væntar til grundleggjandi tørvir hjá borgaranum. Tann peningur, sum verður tikin inn í skatti og avgjøldum frá vanliga borgaranum og vinnuni, skal fyrst av øllum brúkast til dagligu tørvir borgarans og ikki til at verða goymdur, sigur Jenis av Rana.

 

– So áheitan Miðfloksins til løgman er einføld, leita inn í títt sosiala hjarta og gev boð um at flyta tær neyðugu milliónirnar frá heiløgu kúnni, Búskapargrunninum, til heilsuverkið, sigur løgtingsmaðurin.

 

– Dagurin má ikki koma, tá Búskapargrunnurin, alt gott annars um hendan, ella aðrar heilagar kýr verða raðfestar framum grundleggjandi tørvir hjá einstaka borgaranum, heldur formaður Miðfloksins.