-Upplýsingar um prís skulu vera greiðar, eintýddar og veruligar, sigur Brúkaraumboðið, sum tí hevur gjørt eina vegleiðing um marknaðarføring av flogferðaseðlum.
Brúkaraumboðið hevur gjørt eina vegleiðing, sum er serliga vend móti lýsingarátøkunum, har eitt avmarkað tal av flogferðaseðlum verður bjóðað til sølu fyri ein bíligan penga.
Vegleiðingin inniheldur krøv um, at upplýsingar um prís skulu vera greiðar, eintýddar og veruligar. Eisini skal upplýsast um møguligar avmarkingar í lýsingarátakinum.
- Gjøgnumskygni skal vera fyri brúkaran og tey lyfti, ið verða givin í marknaðarføringini, skulu haldast, sigur Brúkaraumboðið.
Brúkaraumboðið vísir á, at tað á ein lætt atkomuligan og skiljandi hátt skal bera til at finna útav, á hvørjum døgum og á hvørjum fráferðum, tað er møguligt at keypa ferðaseðlar til lýsta prísin.
- Tað eigur at vera møguligt hjá brúkarum at spyrja um ella leita á netinum eftir prísi, soleiðis at upplýst verður á hvørjum døgum og hvørjum fráferðum, tað er møguligt at keypa ferðaseðlar til tann lýsta prísin, sigur Brúkaraumboðið.
Vegleiðingin, sum er gjørd í samstarvi við P/F Atlantic Airways og Ferðavinnufelagið, er at finna við at TRÝSTA HER.