Frá triðja ársfjórðingi í fjør til triðja ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið farið 1,1 prosent niður.
Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er farin 7,9 prosent niður og prísurin á brenniolju til húsarhaldi 4,4 prosent. Hesar lækkingar eru tó mótvirkaðar av prísvøkstri á ravmagni upp á 3,2 prosent. Samanlagt er býliskostnaðurin farin 3,2 prosent niður.
Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Samskiftisprísirnir eru farnir 3,8 prosent niður, og príslækkingin í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur hevur verið 2,8 prosent, serliga tí tryggingargjøld eru lækkað.
Mesti vøkstur seinasta árið hevur verið á klædnavørum og fótbúnaði, 0,8 prosent.
Árligi prísvøksturin á matvørum var 0,2 prosent. Tað eru serliga prísirnir á grønmeti, sum eru hækkaðir.
Frá øðrum til triðja ársfjórðing er brúkaraprístalið lækkað 0,5 prosent.
Mesta príslækking seinasta ársfjórðingin hevur verið í nýtslubólkunum býli og ymiskar vørur og tænastur, sum eru farnir 2,4 prosent niður. Eisini prísirnir á klædnavørum og samskifti eru lækkaðir. Mesti prísvøksturin hevur verið í nýtslubólkinum innbúgv, húsbúnaður og so framvegis.
Brúkaraprístalið er nú 120,0 samanborið við 120,6 annan ársfjórðing í 2013.









