Brúkaramisnøgd leiddi til ókeypis tænastu

Strandferðslan hevur í dag kunngjørt, at SMS-tænastan, ið veitir upplýsir um broytingar í ferðaætlanini, framyvir verður ókeypis fyri allar brúkarar. Frammanundan hevur hon kostað tvær fyri hvørt sms.


Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðari í Strandferðsluni, sigur við in.fo, at nýggja tilboðið er ein avleiðing av, at fólk hava verið misnøgd við tænastuna.


- Vit varnaðust, at fleiri høvdu valt tænastuna frá, tí hon kostaði tvær krónur. So tað var ein ávís misnøgd millum brúkarar um kostnaðin, nú tá flestu SMS-tænastur eru ókeypis. Tí broyttu vit tænastuna fyri at fylgja tíðini og veita eina betri tænastu.


Umleið 4.000 fólk eru tilmeldaði tænastuna hjá Strandferðsluni, ið veitir upplýsingar um ferðaætlanina hjá øllum bussum og skipum hjá Strandferðsluni. Sostatt er talan um ein fíggjarligan miss, nú tænastan verður ókeypis.


- Tað kostar okkum eini 30-40.000 krónur um árið at veita ókeypis sms-tænastu til allar okkara brúkarar.


Tænastan virkar soleiðis, at hvørja ferð ein broyting er í ferðaætlanini hjá einum skipi ella bussi, so fáa tey, ið hava meldað seg til tí rutuna, eini boð frá Strandferðsluni um broytingina. Tað merkir tó ikki, at brúkarin druknar í sms-boðum.


- Til ber at tekna seg til ávísar leiðir, so fólk nýtast ikki at fáa sms um alt. Tey sum eru áhugaði í Smyrli, kunnu fáa sms um Smyril, meðan onkur annars kanska bara vil hava upplýsingar um leið 400 millum Tórshavn og Klaksvík.