Brúkaragjøld og hægri ríkisveiting

Føroyska samfelagið má tryggjast betri og í tí sambandi skal ríkidømið í fiskivinnuni ikki miðsavnast á nøkrum heilt fáum hondum, sum nú

Brúkaragjøld skulu leggjast á serligar lønarbólkar og ríkisveitingin skal hækkast.

Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum,

Hann heldur, at samgongan, sum tekur við eftir næsta løgtingsval eigur at leggja eina langtíðarætlan fyri at framtíðartryggja vælferðina hjá føroyska samfelagnum. 

Veruleikin er, at Fakta at í 2011 komu 11% av útgoldnu lønunum Føroyum frá inntøkum uttanlands.

- Men av hesum inntøkunum verður fyri tað mesta ikki goldin skattur til felags landshúsarhaldið, og tað leggur stórt trýst á okkara vælferðarskipan, sigur Johan Dahl.

 

Hann heldur, at tískil mugu vit fáa eina skipan í Føroyum við beinleiðis lønarskatti, sum vit kenna tað, men somuleiðis mugu brúkaragjøld leggjast á serligar inntøkubólkar.

 

Hann vísir á, at ríkisveitingin úr Danmark er einasta tryggja inntøka, føroyska samfelagið hevur. Tí er ríkisveitingin eitt sera týdningarmikið ískoyti til landshúsarhaldið og dygdargóða vælferð.

 

Tí heldur hann, at føroyskir myndugleikar eiga beinanvegin at fara undir samráðingar við donsku stjørnuna um at hækka ríkisveitingini við tí endamáli at tryggja sama livistøði ella sama støði á vælferðartænastum á teimum málsøkjum, sum enn ikki eru yvirtikin.
 

Men landsstýrismaðurin í vinnumálum staðfestir eisini, at í fiskivinnuni fer

”ein ekstrem upphópan av kapitali” fram í nøkrum heilt fáum feløgum.

- Hetta skapar eina valdsójavnvág í samfelagnum og eitt manglandi býti av landsins virðum, sum er óheppi, og sum við vissu fer at síggjast aftur í lægri vælferð um nøkur ár.

- Tí muga virðini í samfelagnum býtast rættvísari og javnari, heldur Johan Dahl.

hann heldur eisini, at næsta samgongan má seta eina bygnaðarnevnd og eina vælferðarnevnd at leggja eina langtíðarætla fyri føroyska samfelagið.

 

Bygnaðarnevndin skal koma við uppskoti um at rationalisera føroyska samfelagið og har hugsað verður um tænastur og møguleikar til brúkaran og ikki lokal og onnur politisk seráhugamál.

- Eisini kann ein slík nevnd lýsa, hvussu landskassin í framtíðini kann útvega sær nýggjar og fleiri inntøkur, fremja rationaliseringar í fyrisitingini og kommunubygnaðinum. 


- Vælferðarnevndin skal lýsa og greina, og koma við uppskotum um, hvussu ein framtíðar vælferðarskipan kann setast saman, og hvat er best at gera á sosiala økinum.

 

Les eisini: Føroyska samfelagið má framtíðartryggjast betur

 

- Hetta arbeiðið kann verða grundarlag fyri einari breiðari politiskari vælferðaravtalu, heldur Johan Dahl.