Úrslitið av Pisakanningini verður almannakunngjørd í morgin, men formaðurin í Lærarafelagnum sáar iva um úrslitið-
- Í Føroyum eru tað nógvir spurningar, sum ikki eru settir í sambandi við Pisa kanningina, og tískil eru teir heldur ikki svaraðir
Tað staðfestir Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag í Skúlablaðnum.
Úrslitið av Pisakanningini verður almannakunngjørt í morgin og í teimum ymsu londunum verður bíðað í spenningini, og í summum londum, eisini við eini ávísari bivan.
Herálvur Jacobsen vísir á, at seinnu árini er ikki sørt av iva sáddur um trúvirðið í Pisa-kanningunum.
Hann vísir á, at ivin er so mikið stórur, at danska Kenslumálaráðið hevur boðað frá, at hesa ferð verður ikki almannakunngjørt, hvar í raðfylgjuni Danmark liggur, men bara um Danmark liggur oman- ella niðanfyri OECD miðaltalið.
- Hetta er ein greið ábending um, at Pisaúrslitini ikki verða mett so álítandi, sum mann áður hevur viljað verið við, sigur Herálvur Jacobsen.
Í hesum sambandi vísir formaðurin í Føroya Lærarafelag á atfinningarnar hjá Danska hagfrøðinginum, Svend Kreiner, sum sigur, at hagfrøðiligi myndilin, sum úrslitini verða framleitt eftir, eru ikki er hóskandi til Pisa-kanningina.
- Myndilin hevur sum fortreyt, at torleikastøðið er eins fyri allar luttakarar, ella at ein torførur spurningur skal vera vera líka torførur fyri allar luttakarar á sama stigi, uttan mun til land, mentan, kyn o.s. fr.
- Hetta krav er ógjørligt at lúka.
Svend Kreiner vísir eisini á, at Pisa-kanningin í fullum líki tekur sjey tímar.
- Tann einstaki luttakarin fær sostatt ikki allar spurningarnar, men spurningar til eina roynd ið varir tveir tímar.
Men síðani verða úrslitini framleidd, sum um allir næmingar svaraðu øllum spurningunum.
Herálvur Jacobsen vísir eisini á, at í Føroyum eru nógvir spurningar, sum ikki eru settir við Pisakanningina, og sostatt eru teir ikki svaraðir.
- Hvør velur og orðar føroysku uppgávurnar, og hava neyðugu undanroyndirnar verið?
- Hvør kannar teir spurningar í endaligu kanningini, sum í svari bróta so nógv frá ætlaða torleikasatøðinum, at teir eiga at takast burtur úr, áðrenn úrslitið er endaligt? Og hvør mannar okkara Pisa serfrøðingabólk?
Men í Skúlablaðnum ger Herálvur Jacobsen eisini orðini hjá Svend Krainer til síni egnu:
- Tað harmiliga, er, at politikarar hava brúkt Pisa-kanningarnar at bróta niður virðingina fyri fólkaskúlanum og lærarunum. Tað kann vera, at tað er væl grundað, men tað sigur Pisa-kanningin so einki um.
- Hugburðurin hjá foreldrunum er uttan iva litaður av útsøgnum um, at lærararnir eru so vánaligir, og tað spillir møguleikan hjá skúlanum at draga at sær skikkaða arbeiðsmegi.
Savnsmynd
|










