- Fíggjarliga grundarlagið undir barnafamiljunum skal styrkjast
Tað sigur býráðið í Havn, nú fíggjarætlanin fyri næsta ár er endaliga samtykt.
Av tí sama hevur býráðið samtykt at varðveita barnafrádráttin upp á 8.000 krónur fyri barnið og tað er ímillum teir hægstu í landinum.
Býráðið hevur eisini samtykt at varðveita skattaprosentið, upp á 20,25 prosent í 2014 og tað er eitt av lægstu skattaprosentum í landinum.
- Enn sum áður fáa foreldur, sum hava meira enn eitt barn í dagstovni, avsláttur. Hetta merkir, at hevur ein familja eitt barn í vøggustovu og eitt í barnagarði er mánaðarligi avslátturin 600 krónur.
- Bussleiðin verður framhaldandi goldin yvir skattin, Tórsvøllur verður fullfíggjaður, so hann lýkur altjóða krøv og arbeiðið at gera nýggjan musikkskúla byrjar.
- Saman við øðrum stórum og smáum verkætlanum fer hetta at skapa stór framstig fyri ítróttina, tónleikin og trivnaðin í síni heild, sigur Býráðið.
Annars javnvigar fíggjarætlanin við 649 milliónum Krónum.
- Í 2013 javnvigaði uppskotið við 636 milliónum.
Á myndini eru tað Ingibjørg Berg, kommunustjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri heldur røðu og Jógvan Arge, varaborgarstjóri.