Brúka ikki 200.000 til konsert

'Ert tú til green' hevur verið fyri atfinningum at nýta 200.000 kr. til konsert.

- Eg skilji væl, at fólk eru kritisk, tá ið tey næstan ongar upplýsingar hava fingið um tiltakið hjá okkum. Veruleikin er, at tað ikki eru tær 200.000 krónurnar úr Innlendismálaráðnum, sum nú fíggja eina útikonsert, sigur Sunneva Háberg Eysturstein, ein av stigtakarunum til átakið 'Ert tú til green', sum hevur verið fyri atfinningum at brúka nógvan almennan pening til konsert.

 

Sunneva vísir á, at upprunaliga játtanin úr Innlendismálaráðnum er frá 2011, og tann peningurin fór til kunnandi virksemi hjá átakinum ‘Ert tú til green’. Hetta var partur av Røddini, áðrenn, at ungdómsmiðilin kom undir Kringvarpið. Talan er framvegis um átakið ‘Ert tú til green’, men tað er týdningarmikið ikki at blanda tónleikatiltakið í kvøld saman við upprunaliga játtanina frá 2011, vísir Sunneva á. 

 

- 'Ert tú til green' var í 2011 partur av heimasíðuni hjá Røddini, og játtanin úr Innlendismálaráðnum fór tá til at stuðla kunningartilfari í form av tiltøkum, greinum, sjónbondum og øðrum átøkum um umhvørvistrupulleikar, sigur hon.

 

Tónleikur savnar fólki

Ert tú til green er fyri kortum sett upp aftur, og fleiri av upprunafólkinum eru millum stigtakararnar, men hesuferð er tað eitt nýtt samstarv. 

 

- Konsertin í kvøld er komið úr einum samstarvi við Tórshavnar Kommunu, og tað er kommunan sum fíggjar tónleikatiltakið. Tónleikur savnar fólk, og hetta kemur at vera ein liður í einari størri ætlan at kveikja tankan um umhvørvistrupulleikarnar í Føroyum, sigur Sunneva.

 

Tað er í kvøld klokkan 23, millum Miðlahúsið og Reinsaríi, at Orka, Greta Bech og Teitur fara at framføra ókeypis tónar.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Sunnevu