Hóast fleiri royndir ymsar vegir vildi franski trolarin Bruix ikki gera eftir boðunum frá Hvidbjørnen um at sigla til Føroya, so skiparin kundi koma fyri rættin.
Tá Hvidbjørnen kom fram á franska trolaran gjáramorgunin, varð alt fyri eitt staðfest, at hann fiskaði ólógliga, tí hann hevur ikki fiskiloyv í føroyskum sjógvi. Hvidbjørnen gjørdi vart við seg, og franski skiparin játtaði at fylgja við verjuskipinum til Føroya. Men eftir at hava tosað við reiðaran hálsaði hann um og setti ferð á inn í bretskan sjógv.
Hvidbjørnen helt aftaná og fylgdi Bruix. Trolarin sigldi ikki skjótt, tí veðrið var vánaligt við nógvum vindi, men nakað eftir middag í dag mátti Hvidbjørnen lata trolaran fara. Tá fór Bruix inn um bretska 12 fjórðinga markið, og tá mátti Hvidbjørnen lata hann sleppa.
Á Marinustøðini verður sagt, at franski skiparin sleppur kortini ikki so. Í slíkum málum er tað løgreglan, sum fær til uppgávu at tryggja, at skiparin verður rættarsøktur, og tað verður sum skilst eisini gjørt í hesum føri. Skiparin á Bruix hevur sagt, at hann ætlar sær til Ullapool í Skotlandi, og føroyska løgreglan hevur tí havt samband við bretsku løgregluna um at halda eyga við skipinum.
Á Marinustøðini verður sagt, at sjóverjan hevur góð prógv fyri, at Bruix fiskaði føroysku megin markið, og í gjár fann Tjaldrið eisini eina av boyum hansara í føroyskum øki.