Bruix skal gjalda eina millión

Dómur varð fríggjadagin sagdur í málinum móti franska trolaranum Bruix. Knappa millión varð hann dømdur at gjalda, men enn er ikki greitt um skiparin tekur við dóminum

Í seinastu viku varð franski trolarin Bruix tikin fyri at fiska ólógliga í føroyskum øki.

Gorm tók franska trolaran, sum ikki hevði loyvið at fiska í føroyskum sjógvi og tók hann við á Havnina.

Málið endaði í rættinum og fríggjadagin var dómur sagdur í málinum. Skiparin varð dømdur at rinda upp í móti einari millión krónur fyri ólógliga fiskiskapin.

Skiparin fekk eina bót upp á 100 túsund krónur, veiðan var virðismett til uml. 800 túsund og fiskireiðskapurin, sum eisini varð tikin, varð mettur til uml. 75 túsund krónur. Samanlagda upphæddin, sum Bruix, skal av við, er knappliga ein millión krónur.

Tó er tað ikki vist, um hetta er seinasta orðið í málinum enn. Skiparin hevur eina freist upp á 14 dagar at kæra dómin.

Reiðaríið hjá Bruix veitti trygd fyri upphæddini og stutt eftir fór Bruix av aftur Havnini.