David Beckham hevur eitt. Antonio Banderes hevur eitt. Nú vil Bruce Willis eisini hava sítt egna luktilsi.
Die Hard-sjónleikarin hevur fingið sær sítt egna luktilsi, sum eisini kemur út í handlarnar fyrsta juli, skrivar bt.dk.
Tað er týska fyritøkan, LR Health & Beauty Systems, sum standa handan luktilisinum, ið verður sagt at vera rættiliga maskulint.
Luktilsið fer at fevna um styrki, sjálvsálit og javnvág ? júst tað Bruce Willis er, sigur Tilo Ploger, stjóri á LR H&BS.










